Um

Um Søgan

Plastframleiðsla síðan 2001

Looknorth varð stovnað á sumri í 2000, og byrjaði framleiðsluna á várið 2001. Frá byrjan hevur dentur verið lagdur á, at menna og økja um vøruúrvalið. Í 2011 øktu vit høliskapasitetin við 150%, tá nýggjur goymslubygningur varð tikin í nýtslu. Nú eru karmarnir aftur ov trongir, og tí er ætlanin at fara undir at byggja heilt nýggjan bygning.

KASSAR

At byrja við vóru bert 20 kg kassar og lok framleidd á virkinum. Síðan hava vit økt um vøruúrvalið við nógvum ymsikum støddum av kassum afturat. Flestu kassar fáast bæði tættir og við dreni.

Vit kunnu eisini prenta á kassarnar. Prentast kann í øllum litum.

FLOT

Í 2002 fóru vit undir at gera flot til at koyra inn í aliringar. Í dag kunnu vit gera fleiri dimensjónir.

BJÁLVING

Í 2002 var eisini fari undir at framleiða bjálving. Vit framleiða bjálvingarplátur í fleiri ymiskum tjúktum, upp til 200 mm. Pláturnar kunnu fáast í fleiri ymiskum trykstyrkjum. Reglurnar fyri nýtslu av bjálving broytast av og á, soleiðis at tað í dag er loyvt at brúka okkara bjálving í nógv størri mun enn áður, eisini verður bjálva meir enn fyrr. Til serliga nógv trýst, kunnu vit eisini bjóða XPS, ið t.d. kann nýtast sum bjálving undir fundament.

HARÐPLAST

Vit fóru í 2004 undir at framleiða vørður við sproytustoyping. Vit byrjaðu við at framleiða trolkúlur, men hetta er ikki ein vøra vit bjóða meir. Í dag hava vit tvær maskinur, og vit framleiða yvir 20 ymiskar vørur úr harðplasti. Í 2017 hava vit eisini fingið eina termoformingsmaskinu.

ANNAÐ

Vit eru í dag útgjørd við amboðum til at skera í EPS eftir tekning. Tá kunnu vit lættliga gera t.d. útsparringar til byggivinnuna, lutir til reklamuvinnuna og til ymisk festlig høvi.

FRAMTÍÐIN

Virkið er í støðugari menning og ynskja vit framhaldandi at víðka um vøruúrvælið, so hvørt sum orkan og marknaðurin loyvir hesum. Looknorth er ein fyritøka, sum miðvíst roynir at finna og gagnnýta markanaðarmøguleikar í Føroyum, og vit eru vís í, at góðar loysnir útviklaðar til Føroyska marknaðin eisini hava møguleikar uttanlands.

Vit ynskja støðugt at koma í samband við fólk, ið hava hugskot um nýggjar vørur, ið kunnu evnast úr plasti.

Vit hava fleiri royndir við at menna nýggjar vørur saman við kundunum. Tí kunnu vit bjóða okkum fram, at menna nýggjar vørur saman.