Um

Um Stuðul

Stuðulspolitikkur hjá Looknorth

Vit vilja fegin stuðla ymiskum góðgerðandi virksemi og fríðtíðarvirksemi í Føroyum. Tann stóri spurningurin er sjálvandi hvussu hetta skal gerast.

Looknorth hevur valt, at lata starvsfólkini gera av hvør skal stuðlast. Vit hava avsett eina ávísa upphædd, sum so verður deild millum øll starvsfólkini. Hvørt starvsfólk ger so av hvat tann parturin av stuðlinum sum tey "eiga" skal brúkast til.

Umframt hendan oyramerkta stuðulin ger Looknorth onkrar avtalur um stuðul hvørt ár. Stuðul verður ikki latin skúlaflokkum ella til námsferðir. Looknorth stuðlar ikki tiltøkum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eru vinnulig, ella har ágóðin verður latin privat. 

Tey feløgini sum ynskja at søkja um stuðul frá Looknorth, skulu senda eina skrivliga umsøkn til looknorth@looknorth.fo 

Umsøknirnar verða viðgjørdar tvær ferðir um ári, og bert tær umsøknirnar sum eru skriftligar verða viðgjørdar.

Tær umsøknirnar sum eru komnar inn áðrenn 31. Mars verða viðgjørdar í Apríl og tær umsøknirnar sum eru innkomnar áðrenn 30. September verða viðgjørdar í Oktober. Allar umsøknir sum ikki fáa tillutaðan stuðul fella burtur.

Vinaliga

Ragnar Sundstein