Um

Um Starvslýsing

Looknorth søkir eftir framleiðslufólki

Looknorth søkir eftir fólki til framleiðsluna. Arbeitt verður í vaktum og framleitt verður alt døgnið, 7 dagar um vikuna.

Umsóknir skulu sendast til: arni@looknorth.fo

Meira fæst at vita um starvið við at senda ein t-post til: arni@looknorth.fo ella við at ringja til Jógvan Høj á telefon 758101.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

 

 

Looknorth P/F í Klaksvík framleiðir vørður úr plasti. Í høvuðsheitum eru tvey sløg av framleiðslu: ein skúmplastframleiðsla, har vørur sum kassar, bjálving, flot o.a. verður framleitt, og ein harðplastframleiðsla, har vørur úr nógvum ymiskum tilfari verða framleiddar. Harðplastframleiðslan umfatar vørur so sum gonguristir til aliringar, bússningar, splittur til læsing av eygaboltum, kópakonur og m.a.

Eisini hava vit framleiðslu við skering og termoforming.

.